Starvsfólk

  • Barbara Krossteig

    Eigari og stovnari.

    Útlærd sum ergoterapeutur í 2017 og síðani certificera innan Therapeutically Applied Roleplaying-Games í apríl 2022.

    Barbara hevur arbeitt innan økið við sálarheilsu og neurodivergens síðan 2019. Serliga neurodivergens hevur áhugað Barbaru nógv, og hon brennur fyri at læra frá sær og gera sítt fyri at minka um fordómar og misskilingar á økinum.

    Barbara hevur sjálv spælt Dungeons & Dragons síðan 2017, men hevur altíð verið ein fantasy fjeppari og ein nørd.

  • Teinar Olsen

    Teinar er serkønur innan bardagar og strategi, tá ið tað kemur til spøl.

    Hann hevur spælt borðrolluspøl síðan 2012 og er ein sci-fi og fantasy fjeppari, serliga Lord of The Rings og Supernatural liggur hjartanum nær.

    Teinar er í holt við at taka skeið í Therapeutically Applied Roleplaying-Games.